Bjørn Kalsø er spentur. Tað, hann er spentur uppá, er um hann fer at fáa pengar til at seta fleiri hægri útbúgvingar á stovn í Føroyum.
Gunvør Balle, tingkvinna, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera við tilmælini í heildarætlanini fyri at fáa fólkatalið í Føroyum at veksa.
Eitt høvuðstilmæli er at menna Fróðskaparsetrið munandi og at seta fleiri útbúgvingar á stovn.
Bjørn Kalsø, at tað, hann hevur hoyrt higartil, hava politikarar verið positivir og tískil er hann spentur at vita, hvussu støðan verður, tá ið tað kemur til skarpskeringar í heyst, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár skal leggjast.
Hann staðfestir, at skulu fleiri útbúgvingar setast í verk á Fróðskaparsetrinum, mugu pengar fylgja við.
Talan kann ikki vera um at skerja fólkaskúlan og alt annað, fyri at seta fleiri útbúgvingar á stovn, sigur hann.
Men hann leggur afturat, at er Løgtingið sinnað at játtað pening, skal tað ikki standa á honum at at seta fleiri hægri útbúgvingar á stovn.










