Bjørn á Heygum húðflettir Edmund Joensen

Fyrrverandi Sambandstingmaðurin Bjørn á Heygum sigur, at úrslitið av politiska handalagnum hjá »óútrokniliga, politiska forherðingum« Edmund Joensen er, at Føroyar nú standa á gáttini at gerast ein ?suverenur? statur

Niclas Johannesen


Í sera bersøgnari viðmerking í Internet-Sosialinum í dag (greinin verður at lesa í blaðnum í næstu viku og stendur annars at lesa í Dimmalætting fríggjadagin 18. september) leggur fyrrverandi sambandstingmaðurin Bjørn á Heygum ikki fingrarnar ímillum, tá hann skal lýsa formann Sambandsfloksins, Edmund Joensen.

Her er eitt lítið brot frá fyrrverandi partamanni fyrrverandi løgmans:

Edmund Joensen er ein óútrokniligur politiskur forherðingur, ið totalt vanvirdi allar vanligar parlamentariskar spælireglur ta tíðina hann var løgmaður. Hann undirgravaði samgongusamráðingar við tvørsinni, treiskni og mistonkiliggerðing av mótpartinum. Hann hevur einaræðislyndi.


Kleyvarskapur Edmundar

Bjørn á Heygum var sjálvur við umborð á Sambandsskútuni ? eisini kallað Agnes Louse ? øll árini tá Edmund Joensen varð valdur løgmaður í 1994.

Bjørn á Heygum valdi ikki at stilla upp aftur til løgtingsvalið 30. apríl, men gevur í langari grein sítt svar upp á, hví Sambandsflokkurin fekk eitt ?katastrofuval?, sum hann tekur til. Tað var ?av berum ólíkindum og kleyvarskapi hjá einstøkum persóni (les Edmund Joensen, blðm.)?.

Bjørn á Heygum fer enntá so langt sum at siga, at ?aftan á 4 ára ?sambandsstýri? við Edmund Joensen á odda hevur tað sostatt eydnast at rudda so væl og virðiliga fyri loysingini, at tað nú bert er ein spurningur um tíð til Føroyar gerst ein ?suverenur? statur.?


Fólkafloks-kompleks

Stutt sagt upplivir Bjørn á Heygum politisku karrieru hjá løgmanni soleiðis:

Edmund Joensen er sáttligur og friðarligur úteftir. Inntil hann gerst løgmaður. Tá verða Bjørn og onnur við honum varug við ?serligar eginleikar? hjá løgmanni. Edmund Joensen hevur eitt ?fólkafloks-kompleks? og við ?tvørsinni, treiskni og mistonkiliggerðan? eydnaðist tað løgmanni at ?forpesta? samráðingarnar soleiðis, at hóast samgonguskjal var skrivað, so bleiv ongin borgarlig samgonga við Fólkaflokkin í 1994.

Samgongusamstarvið við Javnaðarflokkin gongur heldur ikki, tí ?ikki vardi leingi til tann kærleikin hvarv, samstarvið tók at rilla og viðurskiftini gjørdust at enda ótolandi.? Á vári 1996 fer Javnaðarflokkurin úr samgonguni.

Nú kemur Fólkaflokkurin aftur inn í myndina. Men hetta endar við at løgmaður ?fornermaður? fer til hús tíðliga um náttina, og morgunin eftir ? sunnumorgun ? útskrivar nýval, uttan at nakar veit av tí, heldur ikki Sambandsflokkurin.

Orsøkin er, sigur Bjørn á Heygum, at Edmund Joensen vildi ikki so frægt sum hava, at ríkisrættarligu viðurskiftini ?kundu? kannast, soleingi hann var løgmaður. Men her fær Edmund ikki Sambandsflokkin við sær. Og so bakkar løgmaður, sambært Bjørn á Heygum, eftir drúgvan fund við restina av flokkinum.


Skuggatilvera

Fleiri aðrar detaljur, har løgmaður eitt nú hóttir við at siga John Petersen og Anfinn Kallsberg úr landsstýrissessinum, og ? ikki minst ? uppsøgnin av Sámal Petur í Grund eru sambært Bjørn á Heygum alt takka verið serliga lyndinum hjá fyrrverandi løgmanni. Og tá løgmaður so skrivaði út nýval beint undan týðandi samráðingum í bankamálinum og meðan 100 uppskot hjá samgonguni lógu og bíðaðu eftir at verða samtykt av tinginum, bara tí løgmaður var í lokalum stríði við sítt egna valfelag, so mátti tað, sambært Bjørn á Heygum, enda galið.

Niðurstøðan er, at Edmund Joensen við sínum leiðsluhátti hevur koyrt Sambandsflokkin út í myrkrið, har flokkurin livir eina onkisigandi skuggatilveru.