Tó haldi eg at hann fer út um siðiligt mark í sínum seinasta lesarabrævi, sum ikki var annað enn skitið persónligt briksl, og leggi tí ikki í svara tí aftur – burtursæð frá tí hann sigur um pensjónirnar.
Tí tað er ein óreingiligur veruleiki, at pensjónirnar, við fólkapensjón, viðbót til ávísar pensjonistar og Samhaldsfasta hækkaðu úr 7.800 til 10.300 kr/mán fyri stakan pensjonist og úr 12.370 til 16.970 kr/mán fyri pensjonistahjún, uttan aðrar munandi inntøkur. Hetta hendi í tíðarskeiðinum 2004-08.
Síðani tá er bert ein broyting hend: nevnliga at eftir uppskotið frá Rósu Samuelsen varð reguleringin av allari fyritíðarpensjónini, eins og viðbótin í fólkapensjónini minkað úr 4 niður í 3%.
Av tí at viðbótin bert er ein góður triðingur av fólkapensjónini, og grundupphæddin, sum er knappliga 2/3 av fólkapensjónini, als ikki verður regulerað, so merkir ein minking av reguleringini av viðbótini úr 4 niður í 3%, at reguleringin av samlaðu fólkapensjónini minkar úr 1,7 til 1,2%.
At framstilla tað sum ein bata, er tað reina bluff.