JUDO
Menn undir 80 kg.
Hjá monnum undir 80 kg. kappaðust Hjalmar Johannesen úr Sunda Judofelag og Bjarki Poulsen úr Havnar Judofelag um bronsuna. Hjalmar er av royndastu judomonnum í Føroyum, meðan Bjarki hinvegin er ein av teimum nýggjaru, so her var munur á, og Hjalmar vann eisini dystin uttan stórvegis trupulleikar.
Hinvegin gjørdist finalan millum Áka Davidsen úr Havnar Judofelag og Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag eitt sak brak av einum dysti. Teir vóru sera javnir, og allir teir 4 minuttirnir, ið eru avsettir til ein judodyst gingu, uttan at tað eydnaðist nøkrum teirra at skora nakað stig. Ikki tí, báðir royndu sítt ítarsta alla tíðina, men teir vóru so javnir, at hvørgin fekk skora nakað móti hinum.
Tá so avsetta tíðin var farin, so verður farið undir næsta dyst, ið er eftir golden-score prinsippinum, t.v.s. at dysturin gongur til annar teirra hevur skorað eitt stig. Eisini hesin dysturin gongur allar 4 minuttirnar, til tað at enda eydnast Áka at kasta Jógvan Páll við einum kasti, ið gevur Yoku, t.v.s. 5 stig, men hetta er nóg mikið til, at Áki vinnur gull í hesum vektbólkinum.
Menn yvir 80 kg.
Hjá monnum yvir 80 kg. høvdu Bjørn Andreasen og Edvard Johannesen, báðir úr
Sunda Judofelag, kvalifisera seg til finaluna, men Edvard var so óheppin í kvalifikatiónsdysti til opnan bólk at gerast skaddur, so hann fekk ikki kappast í finaluni, sum Bjørn harvið vann uttan dyst.
Unglingar
Hjá unglingum høvdu teir báðir Nicolai Mohr Vang og Jógvan Martin Davidsen, báðir úr Havnar Judofelag, vunnið sær luttøku í finaluni. Hetta gjørdist eisini ein sera javnur dystur, har tað tó eydnaðist Nicolai miðskeiðis í dystinum at vinna sær Yoku fyri eitt kast, og eftir sum eingin skoring kom afturat í dystinum, gjørdist hetta nóg mikið at vinna dystin og harvið gullmedaljuna.
Menn opin bólkur
Hjá monnum í opnum bólki stíddust Hjalmar Johannesen og Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag um bronsuna. Hesir báðir kenna hvønn annan sera væl, og hetta gjørdist ein sera javnur dystur. Teir høvdu møtst áður í innleiðandi umfarinum í kappingini undir 80 kg., og tá vann Jógvan Páll, men hesa ferð lá Hjalmar omaná og vann bronsuna.
Finaludysturin var ímillum 18 ára gamla Bjørn Andreasen úr Sunda Judofelag og Áka Davidsen úr Havnar Judofelag. Hetta var eisini ein javnur dystur, har báðir royndu ymiskt at fáa felt hin, men at enda í dystinum eydnaðist tað Bjørn at fáa syft Áka og skora Ippon, sum merkir, at dysturin er vunnin.
Samanumtikið ein spennandi kapping, sum livdi væl upp til spenningin, ið eisini var í hinum kappingunum í borðtennis og badminton hendan dagin.
Endaliga støðan í FM gjørdist:
Unglingar
1. Nicolai Mohr Vang, HJF
2. Jógvan Martin Davidsen, HJF
3. Búgvi Hansen, SJF
Menn undir 80 kg
1. Áki Davidsen, HJF
2. Jógvan Páll Kristiansen, SJF
3. Hjálmar Johannesen, SJF
Menn yvir 80 kg
1. Bjørn Andreasen, SJF
2. Edvard Johannesen, SJF
3. Jákup Jensen, HJF
Menn Opin Bólkur
1. Bjørn Andreasen, SJF
2. Áki Davidsen, HJF
3. Hjálmar Johannesen, SJF
Fighter steypið
Pætur Jákupsson, HJF
Ársins herðaklapp
Jan Günther, HBF og Johannes Johannesen, SJF