Bjørk vunnið fyrsta heiðursmerkið

Bjørk Herup Olsen hevur í fyrstu kappingini á Oyggjaleikunum vunnið bronsuheiðursmerki.

 

Kappingin var í hálvum maratoni, og runnið var í góðum, lýggjum veðri. Bjørk hevði lagt eina ætlan fyri sína renning, men hon var eitt sindur órógvað av, at tríggjar aðrar kvinnur løgdu hart út og fóru frá henni.

 

- Eg ivaðist í, um eg skuldi fara aftan á teimum, men eg valdi at renna mítt egna tempo. Eg lá leingi nummar fýra, men tá tað var hálvur annar kilometur eftir, fór eg fram um hana, sum hevði verið nummar 3, og eg helt meg frammanfyri hana seinasta teinin, sigur Bjørk Herup Olsen.

 

Bjørk kom í mál við tíðini 1:24:35.

 

Hon var sera fegin um, at hon hevði vunnið bronsumerkið, tí Oyggjaleikirnir fyri tveimum árum síðani vóru eitt stórt vónbrot fyri hana.

 

- Hetta er eitt plástur á sárið, og eg eri sera fegin um at hava vunnið heiðursmerki.

 

Bjørk skal seinni í vikuni renna aðrar tvær aðrar kappingar.