Bjørk vísti at hon kann

Fyri tveimum árum síðani kiksaði hon á Oyggjaleikunum, men sunnumorgunin vísti Bjørk Herup Olsen, at hon veruliga kann verða við í altjóða kappingum og vann bronsu í hálvum maraton

19 ára gamla Bjørk Herup Olsen hev­ur nú vunnið sítt fyrsta heið­ur­smerki á Oyggjaleikum. Fyri tveim­um árum síðani varð hild­ið, at hon kundi gera seg gald­andi í heiðursmerkjastríðnum, men í 10.000 metrum kiksaði hon. Tann kappingin var eitt stórt vón­brot og hevur verið trupul at leggja aftur um seg. Tí var trýst á Bjørk Herup Olsen, tá ið hon í gjár kappaðist í hálvum maraton. Hon hevði fyri kapp­ingina sagt, at hon ætlaði sær heiðurs­merki og vildi kappast um gullið.
Helt seg til sína ætlan
Hálva maratonið varð runnið í góð­um og lýggjum veðri sunnu­morg­unin. Tríggjar aðrar kvinnur løgdu hart út, og tað fekk Bjørk at ivast í, um hon skuldi halda seg til sína ætlan ella ikki.
– Eg ivaðist í, um eg skuldi fara aftan á teimum, men eg valdi at renna mítt egna tempo, sigur hon.
Fyri tveimum árum siðani byrjaði hon renningina í 10.000 metrum í sera høgum tempo, men móti end­anum av kappingini megnaði hon ikki at halda ferðini og datt mest sum niður ímillum.
Hesa­ferð varð øðrvísi.
– Eg lá leingi nummar fýra, men tá tað var hálvur annar kilometur eftir, fór eg fram um hana, sum hevði verið nummar 3, og eg helt meg frammanfyri hana seinasta teinin, sigur Bjørk Herup Olsen.
Hon var sera fegin, tá ið hon kom um málstrikuna og harvið prógv­aði fyri sær sjálvari og øllum hinum, at hon kann vinna heiðurs­merki á Oyggjaleikum.
Bjørk kom í mál við tíðini 1:24:35, og tað er føroyskt met. Bjørk skal seinni í vikuni renna aðrar tvær aðrar kapp­ingar.