Bjørk teknar figurar til telduspøl

– Tá eg fann útav, at hetta er nakað man kann arbeiða við, broyttist alt, og eg visti, at eg vildi royna meg, sigur 24 ára gamla Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim

 

Fyri eini tíggju árum síðani, fekk Bjørk eyguni upp fyri tí, sum nevnist konsept- ella hugskotslist, sum er eitt slag av myndlýsing, sum verður brúkt til at miðla hugskot, sum skal nýtast í filmi, videospølum, animatión, teknirøðum ella øðrum miðlum, áðrenn tað verður nýtt í endaliari framleiðslu.

– Ofta merkir tað, at tú sniðgevur til spøl og filmar. Men tá eg fann útav, at hetta er nakað man kann arbeiða við, broyttist alt, og eg visti, at eg vildi royna meg. Eg fór eisini bara á miðnám, so eg kundi søkja á animatiónsskúlan í Danmark, sigur hon íðin frá.

Alt hetta við telduspølum og animatión er kanska ein ókendur heimur hjá fleiri, og spurd, hvussu hon fyrireikar seg til slíkt arbeiði, greiðir hon frá, at hon vanliga fær eitt sindur av kunning um spælið og eisini sokallað moodboard, so hon fær ein mynd av, hvussu stílurin í spælinum er.

– Júst nú siti eg og sniðgevi og máli liðugt til eitt spæl, sigur hon og vísir mær ein figur av eini flottari kvinnu við eini byrsu, sum onkur annar hevur teknað.

Les longri samrøðu við Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim í blaðnum Vikuskifti hjá Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið