Bjørk sleppur umsíðir til Disneyland

Á ólavsøku gjørdist átta ára gamla argjagentan Bjørk Anthoniussen hepni vinnarin av eini Europa-ferð fyri 40.000 kr.

- Eg havi higartil bara sæð lýsingar frá Disneylandi í sjónvarpinum. Men nú ætli eg mær so sjálv hagar, sigur Bjørk.

- Ja, eg bleiv ordiliga glað tá eg fekk tað at vita. Eg segði bara jubbi-jubbi!, greiðir Bjørk frá, tá Sosialurin spyr hana nærri um vinningin.
Um ólavsøkuna gjørdist Bjørk nevniliga tann hepni vinnarin av høvuðsvinninginum hjá Tórshavnar Ítróttarráði.
Hon hevði frammanundan keypt tveir seðlar fyri pening, sum hon sjálv hevði spart saman.
Vinningurin var ein Europa-ferð, hvørs virði er uppá 40.000 kr. Fyri Bjørk er kortini eingin ivi um, hvagar leiðin ber í 2007 til Fraklands!
- Tá eg fortaldi vinkonunum at eg hevði vunnið hesa ferðina vórðu tær eisini glaðar. Og tær vildu fegnar sleppa við, greiðir Bjørk frá.
Bjørk gongur í Venjingarskúlanum, men heldur summarfrí í Føroyum í ár. Komandi ár gongur leiðin til Disneyland í Paris!
Hon hevur altíð sagt, at ein skal trúgva uppá at ein fer at vinna. Og sannleikan í hesum vísdómsorðunum fekk Bjørk so sanniliga at sanna í hesi vikuni.
 
Húshjálp
Átta ára gamla Bjørk er heppin at eiga eina ommu, ið býr so mikið tætt við hana at tær ofta síggjast. Í roynd og veru næstan hvønn einasta dag.
Tá Bjørk er og vitjar ommuna í Havn roynir hon altíð at hjálpa henni við ymiskum húsligum arbeiði.
- Eg plagi at spyrja ommu, um eg kann hjálpa henni at rudda, vaska ella tøma uppvaskimaskinuna. Tað dámar mær sera væl, greiðir Bjørk frá.
Fyri hetta arbeiðið fær hon so onkutíð eina 10-krónu og til aðrar tíðir eina 20-krónu. Hesin peningurin fer kortini ikki til forbrúk, - langt frá tí.
Heima hjá ommuni hevur hon nevniliga eina pengamappu, har ruddingarpengarnir verða goymdir væl og virðiliga í. Men onkutíð fer hon eftir mappuni til at keypa okkurt skilagott fyri.
Hetta hendi henda eina dagin, tá ein javngamal vinmaður hennara gekk runt og seldi lutaseðlar fyri Tórshavnar Ítróttarráð Skava&Vinn-seðlar.
 
Ansað eftir seðlunum
Hesum tiltakinum vildi Bjørk fegin stuðla og fer inn eftir egnu pengamappu síni. Hon gjørdi ikki mætari enn at keypa tveir seðlar fyri pengarnar, sum hon sjálv hevði savnað saman.
- Tá eg so skavaði seðlarnar sá eg, at eg hevði ikki vunnið nakað her. Men eg sá at tað stóð okkurt annað á seðlinum, sum eg ikki skilti.
- Eg bað so ommu lesa, hvat stóð har, greiðir Bjørk víðari frá.
Á seðlinum stóð, at ein kundi senda inn seðlarnar, sum so vórðu við í lutakastinum um tríggjar ferðir uttanlands.
Bjørk gjørdi ikki mætari enn at goyma seðlarnar á eini hill hjá ommu síni, og hevur síðani ansað væl eftir teimum.
Omman helt kanska, at hon gekk ov høgt upp alt hetta við seðlunum. Har gjørdist ikki annað enn at fara á posthúsið við teimum.
 
Bíðaði eftir úrslitinum
Síðani hevur Bjørk mangan tosað um, at hon fegin vildi verða í Kommunuskúlagarðinum tá seðlarnir skuldu dragast. Tað eydnaðist tíverri ikki, men hon hevði kortini ikki gloymt seðlarnar.
Dagin eftir segði hon ommu síni, at nú vóru seðlarnir altso drignir. Hin uggaði hana við, at tey mundu fara at síggja úrslitið í bløðunum. So langt komu tey kortini ikki!
Týsdagin vóru nevniliga boð til Bjørk um at hon var hepni vinnarin av Europa-ferðini. Bjørk var um hetta mundið og ferðaðist í Lamba, men gleðin var ikki minni av teirri orsøk á báðum støðum.
Bjørk slapp sjálv at avgera, hvagar ferðin skuldi ganga. Fyri henni var kortini eingin ivi: Leiðin skal ganga til Disneyland í Paris!
Komandi summar er ætlanin at fara hagar. Heima hava tey longu verið á alnetinum og hava prentað út vegrutuna millum Hanstholm og Paris.
Næsta ár verður Bjørk í øllum førum ein av teimum túsundtals vitjandi í Disneyland.
- Eg eri longu farin at gleða meg, sigur Bjørk.
 

 
Heppin, heppin og aftur heppin

Hóast Bjørk vann høvuðsvinningin hjá Tórshavnar Ítróttarráð er hetta ikki einasti vinningur hennara í summar.
Fyrst í juni mánaði vann hon eina nátt á Hotel Hafnia fyri tvey, og herfyri vann hon eisini í Gekkinum.
Hetta kvøldið spældu hon og omman Gekk, og har vann Bjørk ein ælabogavinning í hesum føri eitt gávukort fyri 1000 kr. í BR, eina fartelefon frá Føroya Tele fyri 2000 kr. og eina flogferð frá Atlantsflogi fyri 3000 kr.
Ferðaseðilin gav hon ommu síni, og í morgin fer hon til Danmarkar saman við Bjørk.