Bjørk Herup Olsen hevur í dag kutað góð níggju sekund av føroyska metinum á 5.000 metrum.
Hetta bragdið hendi í Esbjerg, tá Bjørk Herup Olsen umboðaði Helsingør í fyrsta umfarinum av liðkappingini í tí donsku Elitu-deildini fyri vaksnar rennarar, har Bjørk kappaðist móti teimum fremstu donsku kvinnunum.
Bjørk kom á mál á einum triðja plássi, eftir at hava verið á odda til 200 metrar restaðu í. Tíðin hjá Bjørk í Esbjerg var 18 minuttir og 3 sekund. Gamla metið átti Bjørk sjálv, og varð hetta sett á Oyggjaleikunum á Álandi í fjør.