Bjørk og Hallur vunnu

Bjørk Herup Olsen og Hallur Holm úr Bragdinum vunnu ólavsøkurenningina hjá ávikavist kvinnum og monnum. Í allarfagrasta veðri skipaði Bragdið 27. juli fyri afturvendandi Ólavsøkurenningini, sum samstundis er síðsta summarkappingin í GrandPrix renning á vegi. Tilsamans 275 rennarar, ung sum eldri, runnu ávíkavíst 600, 1200 og 5000 metrar.

Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum gjørdi bart og smurdi alt av í kvinnubólkinum við at renna teir 5 km uppá 18.12 minuttir, og Hallur Holm, eisini úr Bragdinum, vann bólkin hjá monnum við tíðini 17.14 minuttir.

Øll úrslitini og myndir eru á heimasíðuni www.renn.fo, stendur í tíðindaskrivi frá Bragdinum.