Runnið bleiv gjøgnum Streymnes eftir niðaravegi og út til Landsvegin, eftir Oyruni og so gjøgnum Hvalvík og niðan aftur til EB/Streymahúsið. Børnini runnu eitt umfar á 3,3 km, meðan tey vaksnu runnu 3 umfar, sum var 8,3 km. Tað var dýrdarveður at renna, men undirlagið var nakað hált, og tað darvaði. Fleiri rennarar settust tíverri aftur vegna hálkuna, og tað merkti eisini kappingina. Men tó skal onki takast frá teimum luttakarunum, ið møttu upp.
Hjá gentunum gjørdist Rebekka vinnari frammanfyri Moniku og Bjørk R. Svabo úr Frælsinum. Í samlaðu støðuni er Rebekka nú á odda.
Í vikuskiftinum skal Rebekka við ungdómslandsliðnum til eina innandura kapping í Reykjavík. Kappingin eitur Stórmót ÍR og skal Rebekka luttaka í 800m leygardagin og 400m sunnudagin.
Hjá kvinnunum gjørdist Bjørk H. Olsen úr Bragdinum vinnari frammanfyri Fríðunn, Susan og Karin. Í samlaðu støðuni er Bjørk klárt á odda frammanfyri Fríðunn, Susan.
Hjá monnunum gjørdist Guttorm Sørensen enn einaferð vinnari og hesaferð var tað frammanfyri Andrias Hansen úr Bragdinum og Borgar á triðja plássi. Jan Elmar, Jonhard og Pól gjørdust nummar fýra, fimm og seks. Tvs. at Treystið hevði fimm menn í topp seks, og tað er neyvan komið fyri oftani fyrr.










