Bjørk kókar sukurlátu á Kgl. Teatrinum


Bjørk skal møguliga framføra á Kgl. Teatrinum í Keypmannahavn. Nýggja fløga hennara spreingir aftur mørk og er operakend. Fløgan snýr seg um vetrardvala, at kóka sukurlátu og at lesa yndisbøkur

 

Arbeitt verður við ætlanum um, at Bjørk skal framføra á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn. Hetta er hennara egna ynski.

Enn eru ætlanirnar ikki endaliga komnar á pláss og eingin váttar nakað hesum viðvíkjandi, skrivar Jyllandsposturin.


Bjørk fer um mørk

Sagt verður, at við nýggju og leingi væntaðu fløguni, ið nevnist Vespertine, fer Bjørk aftur um mørk á listaleið síni.

Fløgan hevur eitt huglag, ið ein skapar heima við hús við vinum og tí einasta eina, sigur Bjørk við Billboard. Hon metir, at tónleikurin verður trupul at framføra á palli.

Fløgan snýr seg um at kóka sukurlátu, vetrardvala og at lesa yndisbøkur. Hetta huglag er ikki lætt at raka í stórum hølum, og vil eg tí leika í smáum hølum, sigur Bjørk, ið skal leika í fleiri kendum operahúsm í Evropa.

Vespertine kemur úr 27. august og tvey av løgunum hevur danski Opiate, alias Thomas Knak, framleitt.