Tað var ílendska Björk, sum fekk Planet-heiðurin sum besti útlendski bólkur Tað var Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, sum fekk ?heiðurin? at handa heimsgitnu íslendsku Björk heiðurin sum besti útlendski bólkur.
Men trupulleikin hjá honum var bara tann, at hon var ikki til staðar. Hann gav annars orðið víðari til Eyðun Klakkstein í studionum uppi á loftinum at vita, um hann hevði hana í telefonini, men tað miseydnaðist at fáa orðið á hana.
Blaðstjórin lovaði tó, at Björk nokk skal fáa heiðurin so ella so.
- Kanska vit handa hann á einum trapputingi her í Miðlahúsinum í næsta mánaði - ella á kanska á einum av valfundunum, sum Rás 2 fer at skipa fyri í Sjónleikarhúsinum beint upp undir løgtingsvalið.
Livst so spyrtst...