Bjørk á danska landsliðið

Dimmalætting skrivar í morgun, at Bjørk Herup Olsen fer at umboða Danmark í norðurlendskum landsdysti í Bergen í døgunum 16. og 17. august

Hóast landsliðið er eitt felags danskt/íslendskt lið, so var tað føroyingurin sum átti bestu tíðina á 3000 metra teininum. Orsaka av, at Føroyar ikki eru blivnar limir í altjóða sersambandinum fyri frælsan ítrótt, og undir verandi umstøðum ikki hava møguleikan til tess, so kunnu føroyingar umboða onnur lond. Frælsur Ítróttar Føroyar stuðlar Bjørk í royndini at fáa betri úrslit, og vónandi kann hendan úttøkan motivera hana til at halda fram við miðvíða arbeiðinum.