Bjørghild Djurhuus 50 ár

   

Leygardagin 11. oktober fyllir Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, á Argjum 50 ár.
Bjørghild er ættað úr Vági, dóttir Lydiu Poulsen, fødd Langaard úr Leirvík og Erling Poulsen, fyrrv. lærara úr Vági. Bjørghild tók realskúlaprógv í Vági í 1970. Síðani gekk leiðin til Danmarkar, har hon arbeiddi eitt skifti á ríkistelefonini. Í 1974 flutti hon heim aftur til Føroya og fór at læra til sjúkrasystur í 1978. Síðani hevur hon arbeitt á ymiskum deildum á landssjúkrahúsinum og í heimarøktini sum heimasjúkrasystur í Havn. Eisini hevði hon um hendi ættleiðingarmál fyri ríkisumboðsmannin. Í 1990 fór hon til Danmarkar at taka útbúgving sum heilsufrøðingur. Síðan hon kom aftur hevur hon verið ógvuliga virkin innan barna- og ungdómsarbeiði. Millum annað kann nevnast 1 ár, har hon var dagligur leiðari fyri einum projekti við ungum mammum í Havn. Í dag arbeiðir hon sum skúlaheilsufrøðingur í Kommunuskúlanum í Havn og á Sernámsdeplinum.
Hon hevur tikið nógv ymisk skeið, sum menna um hennara førleika til at taka sær av børnum og ungum við sálarligum trupulleikum. Bjørghild er ein energisk og ambitiøs kvinna. Hon er limur í felagnum Føroyskar barnasjúkrasystrar. Hon setti á stovn ein blindiklubba við bindimaskinum og so selur hon taskur í frítíðini. Hon er ikki bangin fyri at taka sítt tørn, tá á stendur.
Bjørghild er gift við Martin Djurhuus úr Sumba og búgva tey á Argjum. Tey eiga trý børn, Jóngerð, sum býr í Vestmanna og eigur tvey børn, Lydiu, sum býr í Keypmannahavn og eigur eitt barn, og Rúna.