Bjørgfríð er ein nervøs og errin mamma

- Vit mugu standa saman um landsliðið, sigur mamma Jákup Ludvig Thomsen, sum byrjar á fyrsta sinni á landsliðum

Fyri ein føroyskan fjeppara á Malta, hevur landsdysturin í kvøld ein heilt serligan týdning. Bjørgfríð Ludvig er mamma 20 ára gamla Jákup Ludvig Thomsen, sum í dag byrjar inni á fyrsta sinni á føroyska A-landsliðnum.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Tað er spennandi og eg havi ilt í búkinum. Eg vóni bara, at tað gongur væl og at hann spælir væl og skorar. Tað hevði verið fantastiskt. Eg havi altíð nervar, tá hann spælir. Tað er bæði spenningur og nervar. Eg havi fylgt honum síðani hann var heilt lítil, men hetta er kanska eitt sindur størri, tí tað er landsliðið og fyrstu ferð at hann byrjar inni, sigur Bjørgfríð Ludvig.

 

Jákup L. Thomsen hevur spælt nógv við U21-landsliðnum, men Lars Olsen, landsliðsvenjari, boðaði tíðliga frá, at onkrir av U21-spælarunum fóru at fáa møguleikan hesaferð.

 

- Tá vit bíløgdu ferðina til Malta, so var tað upp á, at hann kanska fekk nakrar minuttir. Eg var uttanlands, tá eg fekk boðini um at hann var úttikin. Eg rópti bara og øll hugdu bara eftir mær, men eg leggi einki í tað. Tað var tað sama, tá hann kom inn. Her vóru øll á eini barr og hugdu. Hetta er eitt stórt stig at taka so skjótt, sigur Bjørgfríð Ludvig.

 

Skal venja seg við umstøðurnar

Jákup fór sum ungur til FC Midtjylland, har hann fyri tveimum árum síðani gjørdi fimm ára sáttmála. Mamman heldur fyri, at hann onkuntíð skal venja seg við umstøðurnar, áðrenn hann slær til. Í ár hevur hann spælt við íslendska FH.

 

- Jákup skal oftani líka venja seg við umstøðurnar, áðrenn hann slær til. Tað haldi eg, at vit sóu í Íslandi, har tað tók eitt sindur av tíð, men so slær hann eisini til. Eg hopi, at hann slær til í kvøld, so tað verður stuttligt at vera har, sigur hon.

 

Vit mugu standa saman um landsliðið

Tað eru mangan nógvir røddir og meining um fótbólt. Soleiðis er eisini, tá tað kemur til unga havnarmannin. Tað er ikki altíð líka hugaligt hjá mammuni at hoyra.

 

- Til tíðir havi eg hug, at trekkja meg aftur, tí tað blívur for nógv av tí góða at hoyra allar hesar meiningarnar. Hinvegin, so er tað eisini stuttligt, tá øll spyrja hvussu tað gongur. Men eg haldi virkulig, at vit skulu standa saman um hetta landsliðið, tí vit eru 50 túsund fólk og vit vita, at tað onkuntíð gongur illa. Tá mugu vit eisini stuðla teimum. Bæði tá tað gongur væl og illa, sigur kommunustjórin í Tórshavnar kommunu, sum ikki klárar at sita niðri av brrum spenningi.

 

- Eg klári slett ikki at njóta hetta. Eg eri for rastleys og fari simpulthen út at ganga fyri at fáa tað av mær, eru seinastu orðini frá einari stoltari mammu.

 

Jákup Ludvig Thomsen og landsliðið spæla í kvøld klokkan 19.45 móti Malta. Eitt stig er nokk til at tryggja okkum triðja plássið í bólkinum, sum eisini ger at vit enda í fimta styrkisbólkinum til EM 2020 lutakastið. FM1 byrjar at senda kl 18.30.