Bjørg náddi ikki til Havnar á føðistovuna

Sonurin vildi út, og tí mátti mamma Bjørg taka ímóti inni á vesinum

– Eg sá, at høvdið byrjaði at koma undan, so eg legði eitt handklæði á gólvið og setti meg aftanfyri hana. Hon fekk ein sterkan verk, og eg síggi høvdið á beiggjanum koma til sjóndar. Tað sá eitt sindur blátt út, og tí tók eg hondina innum og tók í armin á honum, og so leyp barnið út, sigur Christianna Joensen, um løtuna hon tók ímóti ommusoni sínum, tá dótturin átti heima á vesinum.

– Eg hevði ímyndað mær, at tað fór at vera nøkundlunda líka at eiga hesu ferð, sum tað var, tá eg átti dóttur mína Vár fyri skjótt seks árum síðani. Tá fór vatnið, eg fekk verkir, og síðani fór eg til Havnar á føðideildina. Eg hevði onga grund til at halda, at tað fór at verða so ógvusligt hesu ferð, sigur hon.

 –Tað er ikki ordiliga gingið upp fyri mær enn, at eg havi upplivað hetta, eg eri bara glað fyri, at alt hevur gingið so væl, sigur omman.

Les longri samrøðu við Bjørg og mammu hennara í Vikuskifti hjá Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring alt landið og talgilt her