Bjørg ikki einsamøll kvinna longur

- Tað eru ymiskar uppgávur, sum kvinnur eru minst líka so væl egnaðar til sum menn, sigur Bjørg Reinert Højgaard.

Á kirkjuráðsvalinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum í gjár varð Bjørg Reinert Højgaard afturvald við 57 atkvøðum, og hon endaði soleiðis á triðja plássi millum atkvøðuslúkarnar.

 

Framman fyri hana í atkvøðutali vóru Súni í Hjøllum sum fyrstvaldur við 78 atkvøðum og síðan Ólavur Magnussen, ið hevur verið formaður, við 63 atkvøðum.

 

Hetta verður næsta skeiðið hjá Bjørg Reinert Højgaard í kirkjuráðnum. Í undanfarna skeiði sat hon sum einsamøll kvinna millum seks menn. Men, á valinum í gjár vórðu tríggjar kvinnur og fýra menn valdir.

 

Bjørg Reinert Højgaard fegnast um, at kvinnuumboðanin nú er styrkt, og hon heldur, at hetta saktans kann koma at tæna bæði ráðnum og kirkjufólkinum.

 

- Ikki tí, at menninir ikki hava verið dugnaligir, tí tað hava teir verið. Men, tað eru ymiskar uppgávur í kirkjuráðnum og í kirkjuliðnum, sum kvinnurnar eru minst líka so væl egnaðar til sum menninir, sigur hon.

 

Afturvaldi kirkjuráðslimurin heldur, at nú umboðanin verður betri deild millum menn og kvinnur, kunnu saktans mong góð úrslit spyrjast burtur úr arbeiðnum.

 

- Menn eru ivaleyst betri til nøkur ting og kvinnurnar til nøkur onnur. Nú hava vit eina breiða umboðan, og eg ivist onga løtu í, at vit saman kunnu røkka langt, sigur Bjørg Reinert Højgaard.

 

Hinar báðar kvinnurnar, sum vórðu valdar í kirkjuráðið á kirkjuráðsvalinum í gjár, eru Inga Hansen við 31 atkvøðum og Jonna Johannesen við 25 atkvøðum.