Bjørg er Ársins Eldsál

Ársins Eldsál 2011 í føroyskum fótbólti er Bjørg Olsen av Strondum. Tað er Venjarafelag Føroya komið ásamt um. Sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum hevur Bjørg gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði fyri Skála Itróttarfelag seinastu mongu árini.

 

Hon spældi sjálv við Gentur 14-17 í 1986, og síðani hevur Bjørg spælt við 2. deild og 1. deild hjá Skála. Í dag spælir Bjørg Olsen við Old Girls, umframt at venja børnini í felagnum.

 

Eisini situr hon í nevndini, og saman við formanninum Hans Jákup Andreassen, hevur Bjørg Olsen høvuðsábyrgdina í Skála Ítróttarfelag. Bjørg tekur sær av øllum teimum fíggjarligu viðurskiftunum í felagnum, og hevur evstu ábyrgd av ítróttarligu tiltøkunum hjá Skála, umframt at Bjørg samskipar ein stóran av tí praktiska í felagnum.

 

- Eg bleiv rættiliga yvirraska, tí tað liggur ikki til mín persón at standa fram soleiðis. Men tað er ein stórur heiður, segði Bjørg Olsen millum annað við Rás2 í gjár, tá hon varð spurd um, hvussu tað var at taka í móti heiðrinum frá sínum starvsfeløgum innanfyri fótbóltin.

 

Mynd: football.fo