Bjørg ber bløð

Í eitt hálvt ár hevur 14 ára gamla Bjørg Klakstein úr Klaksvík borið Dimmalætting og Sosialin út til haldarar hvørt fríggjakvøld. Frá mánakvøldinum av verður hetta víðkað til at verða tveir og tríggjar dagar um vikuna. Tað dámar henni væl

Klaksvík:
Tað er fríggjakvøld. Klokkan er farin av hálvgum átta. Bjørg og mamma hennara, Bergfríð, sita og bíða eftir, at bilurin við bløðunum skal koma.
Tað hava tær gjørt hvørt fríggjakvøld í meira enn seks mánaðir nú. Bjørg hevur fingið eina fasta rutu at bera bløð út, og mamma hennara hjálpir henni fegin.
? Tað eru 55 haldarar á hennara rutu, og bløðini eru so avgjørt ikki løtt, so eg hjálpi henni gleðiliga. Tað tekur heldur onga tíð, sigur Bergfríð.
Møggurnar báðar plaga at taka tíð, tá tær fara út við bløðunum. Bjørg sigur, at tað skjótasta tær hava klárað tað uppá er 25 minuttir.
? Men vanligt tekur tað millum ein hálvan og ein tíma, sigur hon skilagóð.
Flennandi greiða tær frá, at í fyrstuni plagdu tær at krossa av á yvirlitinum yvir haldararnar, hvør hevði fingið og so framvegis. Men tað nýtist teimum ikki longur, tí tær duga uttanat, hvør heldur hvørt blað á rutuni hjá Bjørg.

Full ferð á
Meðan prátið gongur aftur og fram, gongur hurðin. Nú eru tað bløðini, sum eru komin. Bjørg tekur ein saks í hondina, og so tekur hon bløðini úr posanum og klippir bondini av, meðan mamma hennara kannar um nakrar broytingar eru á yvirlitinum.
So bera tær øll bløðini út í bilin og fara at gera seg klárar til at fara.
Klokkan er júst farin av átta, tá bilurin rullar út úr túninum, og rutan er púra klár. Tær koyra hartil, sum hon byrjar. Bjørg tekur nøkur bløð og leypir úr bilinum. Hon rennur niðan millum nøkur hús og tveitir bløðini í postkassan hjá fólki. Meðan koyrir Bergfríð longur og fer sjálv við nøkrum bløðum. Bjørg nær so mammuna aftur, og so koyra tær aftur eitt petti. Soleiðis gongur tað allatíðina. Bjørg fer av fyrst og rennur so aftaná við bløðum til teir ymsu haldararnar.
? Hon rennur so skjótt. Hon plagar eisini at taka trappur og brekkur, sigur Bergfríð skemtandi.
Tað er væltilrættislagt, hvør tekur hvat hús og hvørji bløð. Har er ongin slingur í valsinum, og alt gongur væl.
Bjørg sigur, at tað eru ikki øll, sum hava postkassa. Tá plagar hon bara at stinga blaðið millum rimarnar á hurðini ella tveita tey inn í gongina.
? Summi vilja hava meg at leggja tað á eitt ávíst stað. Til dømis hjá einari konu veit eg, at um tað er stongt, so skal eg leggja blaðið inn í hjallin, greiðir hon brosandi frá, áðrenn hon hvørvur niðan millum tvey hús í myrkrinum.
Bløðini fækkast í tali á baksetrinum á bilinum. Men nú líður eisin móti endanum. Hetta var sum eitt vanligt fríggjakvøld. Tað tók okkurt um trý korter at bera teimum 55 haldarunum bløðini.

Meira at gera
Men frá komandi viku skal Bjørg byrja at bera út aðruhvørja viku trý kvøld og aðruhvørja tvey. Tá koma tey eisini nakað fyrr við bátinum, greiðir Bergfríð frá.
? Nú koma tey túrin hálvgum sjey av Leirvík, men frá komandi viku av, haldi eg, at tey fara at koma túrin frammanundan við Sam. Tað verður deiligt, tí so verður tað eitt sindur fyrr, heldur hon fyri.
Bjørg heldur, at tað er deiligt at fáa meira at gera.
? Tað er gott at gera meira, og man fær eisini tað meira í løn, sigur hon, men leggur so afturat, at hon veit ikki, hvussu longi hon fer at tíma hetta afturat. Bjørg hevur hugsað um at finna sær annað arbeiði, men so sigur hon, at tá ein hugsar um tað, so er at bera bløð út ikki ein langur arbeiðsdagur, og hon er glað fyri sína løn.
? Tað er lekkurt at vinna sína egnu pengar, sigur Bjørg Klakstein í tí hon fer við teimum seinastu bløðunum hetta fríggjakvøldið. Klokkan nærkast níggju, men nú hevur hon frí til týskvøldið, tá hon og mamma hennara aftur fara avstað.