Bjóðar veljarum sínum í ball

Rúni Djurhuus lovar veljarum sínum ball, um hann verður valdur inn á kommunuvalinum í Havn. Andlit hansara hevur ikki verið at sæð innan politikk áður. Men nógv vita, at hann er høvdið handan samtakið Býin.fo, ið umfatar Eclipse og Rex

- Hvat lovar tú veljarunum, um tú verður valdur inn? Varð Rúni Djurhuus spurdur. – Eitt er so heilt sikkurt, segði hann og peikaði niður á lýsingakortið hjá sær:


Vallyfti #1

Gevur tú mær tína atkvøðu á

býráðsvalinum – og eg verði valdur -

bjóði eg tær til eitt rimmar kvøld á

Rex, 11. november frá klokkan 23.

Har verður dansur, undirhald, barr

og alt, ið tú droymir um

- Ókeypis!


Rúni Djurhuus er valevni hjá Javnaðarflokkinum. Umframt at vera stovnari av samtakinum Býin.fo, er hann útlærdur kokkur. Hann er 26 ár og arbeiðir í løtuni á sølu- og marknaðardeildini hjá Vinnuvitan.


Hví politikk

Hví Javnaðarflokkurin hevði spurt hann, metti hann, mundi vera, tí hann hevur dygdir sum, at als ikki vera smæðin og hevur visjónir. Hann tók av, tí tað mundi vera vert at royna, og tí har eru evni, ið hann setir seg føran fyri at arbeiða fram móti.

- Har eru nógv eldri í býráðnum. Og neyðugt er at hava ein talsmann fyri tey ungu. Ein, sum er í eini »nú« støðu, segði hann. Og tey ungu vera als ikki gloymd burtur, um hann verður valdur inn. Virði og mál hansara umfata í stóran mun tørvirnar og ynskini hjá ungum.

Hví akkurát Javnaðarflokkin, visti hann ikki reiðiliga. Hann bleiv spurdur og tók av, tað eru hansara virði og mál, ið liggja frammaliga hjá honum, ikki flokksins.


Lyfti og visjónir

Tá hann sigur at hann ynskir at arbeiða fyri teimum ungu, so liggja serstakliga ítrótturin og tónleikurin frammaliga. Sjálvur hevur hann verið virkin í hondbólti í nógv ár, millum annað, eitt fýra ára skeið sum formaður í H71. Serliga eru tað hondbólturin og fimleikurin, ið stríðast við vánaligar umstøður, greiddi hann frá, tørvurin á innandura hallum er stórur. Heilt fast ynskir hann at arbeiða fyri tí, at hallirnar kunnu vera ókeypis at nýta fyri feløg, eins og vøllirnir eru fyri fótbóltsfeløg. Og eisini at byggja fleiri.

Sum so at siga, stjóri á náttarlívinum í kommununi, kennir hann til tørvin hjá teimum ungu á hesum øki. - Serliga tey millum 15-18 ár, hava einki stað at vera. Tí er týdningarmikið at gera eitt veruligt dansistað.

Men umframt bleyt ungdóms- og frítíðarmál, liggur eitt sosialt byggjarí honum nær at hjarta. Einligar mammur og veik hava ikki ráð til at búgva í miðstaðarøkinum, tí er tað so alneyðugt hjá samfelagnum, kommununi og landinum at taka hond um tey.

At pengapolitikkur og hørð virði ikki eru á skrá hansara, eru ikki ein vansi, men heldur orsakað av tí, at nóg nógv longu hugsa um tað. – Eg haldi meg til tað, sum eg havi skil fyri, og hini burdu gjørt tað sama, segði hann.


Hættislig blanding

Einasta vallyftið, ið hann veruliga sjálvur kann føra út í lívið, kallar hann »Vallyfti #1«. At bjóða øllum hansara veljarum í ball. Hóast politikkur og náttarlív kunnu tykjast sum ein vandamikil blanding, velur Rúni Djurhuus, ikki at hyggja soleiðis uppá tað, – Eg geri tað, sum eg veit at eg dugi. Hugskotið kemur frá danska Jacob Haugaard, í á sinni varð valdur inn eftir at hava ført eitt láturligt valstríð, millum annað við at bjóða pylsur og øl. – Fólk kunnu sjálv taka støðu til, hvat tey halda um hetta, segði hann. Umrøða fæst burturúr tí og hetta er ein frískur máti, at náa tey ungu, ið ynskja at fáa nakað fyri atkvøðuna. Júst hendan framferðin hevur ikki nakað, sum so at gera við hjartamál hansara.


Í Javnarflokkinum

Katrin Gaard, forkvinna í valfelagnum hjá Javnaðarflokkinum í Havn, metti tað vera eina sjálvflygju, at Rúni Djurhuus nú telist millum valevnini. Hann hevur víst dugnasemi og aðrar góðar dygdir í tí, hann hevur gjørt. Eisini hevur hann góðar meiningar og hjartamál, ið flokkurin tekur undir við.

At hann bjóðar í ball, metti hon bara vera frískt. – Tað er als ikki øðrvísi, tað er vanligt at hava opið hús, um man verður valdur inn, segði hon. Hann nýtir tað bara sum valagn og ger tað nakað meira festligt.