Rás2 ynskir at koma á bylgjulongd við Vinnumálaráðið. Til tess vil stjórin sleppa at keypa ein millumbylgjusendara, sum hann bjóðar sær at seta upp á loranstøðini á Eiði.
Petur Jacobsen, stjóri á Rás2 bjóðar sær til at keypa, seta upp og umsita ein 200 KW millumbylgjusendara, sum Útvarp Føroya so kann fáa fyrsta prioritet til at leiga sær senditíð á.
Petur Jacobsen sigur í brævinum til vinnumálaráðið, at hann kann fáa ein millumbylgjusendara fyri einar fýra - fimm milliónir krónur, sum er væl bíligari, enn tað, áður hevur verið nevnt, at ein slíkur kostar.
Talan er um sendara við nýggjari teknologi, sum er nógv tryggari í rakstri, enn tað nú so nógv umrødda sendirørið í Akrabyrgi, sigur stjórin á Rás2.
Hann mælir til at seta nýggja sendaran upp á loranstøðini á Eiði. Støðin fer at gevast at senda nakað skjótt, og har eru frammanundan bæði hús og sendimastur, sum ivaleyst hevði fingist hendur á.