Norðurkoreanski leiðarin Kim Jong Un hevur bjóðað suðurkoreanska starvsfelaga sínum Moon Jae-in til samráðingar í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang . Tað boðar Reuters tíðindastovan frá.
Um Moon Jae-in tekur av tilboðnum, so verður tað fyrstu ferð í tíggju ár, at leiðararnir í teimum báðum londunum hittast til samráðingar.
Tilboðið kemur í kjalarvørrinum av, at systurin hjá norðurkoreanska leiðaranum, Kim Yo Jong, er á vitjan í Suðurkorea sum partur av norðurkoreanska ferðaliðnum til Vetrar-OL. Sambært Reuters er tað eisini hon, ið bar suðurkoreanska forsetanum innbjóðingina frá beiggjanum.
Sambært Reuters, so upplýsa talsfólk hjá suðurkoreansku stjórnini, at Moon Jae-in hevur so gott sum takka ja til innbjóðingina frá Kim Jong Un, og arbeitt verður nú við at finna eitt hóskandi dato.
Meðan sambandið millum grannalondini tykist at gerast alsamt betri, so einans versnar sambandið millum Norðurkorea og USA. Amerikanska stjórnini arbeiðir í løtuni við at herða handilsliga boykottið móti Norðurkorea í eini roynd at fáa norðurkoreansku stjórnini at gevast við at menna kjanorkuvápn.









