Italia skal taka upp bardagan við mafiuna, og tað skal gerast uttan at vísa nakra náði. Tað segði italski forsætisráðharrin, Mario Monti, í gjár í sambandi við, at 20 ár vóru liðin, síðani mafian beindi fyri dómaranum Giovanni Falcone, konu hansara og lívverjunum.
-Alt landið má binda seg til at berjast ímóti mafiuni, segði Monti (myndin) á einum minningarhaldi í býnum Palermo á Sisilia, har fleiri túsund fólk vóru komin saman.
Tað var Cosa Nostra, sum beindi fyri Giovanni Falcone, og hóast mafian er viknað síðani, er hon framvegis virkin.