Bjóðar Lars Løkke at verða forseti í Føroyum

 Lars Løkke Rasmussen kann verða fyrsti forseti í lýðveldinum Føroyum.

Tað fortaldi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fyri flokstinginum hjá flokkinum í morgun.

 

Á flokstinginum var eisini pláss fyri práti í tí lættari endanum og og í tí sambandi fortaldi Høgni Hoydal, at hann hevði givið danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, eitt tilboð, hann næstan ikki kundi siga nei til.

 

Tað er eingin loyna at Lars Løkke meiri enn einaferð hevur ávarað føroyingar, nú ein nevnd hjá løgrtinginum arbeiðir við at snikka eina føroyska grundlóg til.

 

Danski forsætisráðharrin staðfestir, at samtykkja føroyingar eina nýggj, grundlóg sum er í stríð við donsku grundlógini, hava føroyingar í sama viðfangi meldað seg úr ríkisfelagsskapinum, tí vit kunnu bara hava eina grundlóg í ríkinum.

 

Hendan fráboðanin hevur fingið meiri enn ein føroying at ivast og at mæla til varsemi, tá ið ein føroysk grundlóg skal orðast.

 

Høgni Hoydal sigur, at hann og Lars Løkke hava góð, persónlig viðurskifti.

 

- Lars Løkke hevur føroyska konu, og eg havi sagt við hann, at gevst hann við stríðnum ímóti føroyskum sjálvræði, men ístaðin stuðlar okkara frælisisstríði, og flytir heim til Føroya at búgva, kann hann verða fyrsti forsetin í einum føroyskum lýðveldi, fortaldi Høgni Hoydal fyri tjóðveldisfólki á flokstingi í morgun.

Søgan sigur einki, um, antin Lars Løkke hevur tikið av.