Nú verður Hotel Øravík kanska eldradepil í Suðuroy!
Tað verður kanska úrslitið av, at hotellið fórst illa av eldi fyrst í mai.
Tað hendi tá ið ein maður gjørdust frá sær sjálvum og gekk runt í Suðuroy við byrsu, har hann eisini setti eld á fleiri staðni á hotellinum.
Hotellið fór rættiliga illa av eldinum og Uni Mortensen stjóri á hotellinum sigur, at fyribils hevur tryggingin mett, at tað fer at kosta góðar tvær milliónir at gera skaðan aftur.
Tá er innbúgvið og ymsur útbúnaður ikki við og tað kostar kanska nøkur hundraðtúsund afturat.
Hóast hotellið brann, er tað opið, so tað ber væl til at gista á tí og at fáa morgunmat, men døgverða fáa tey ikki bjóða fyrrenn umvælingarnar eru gjørdar.
Væl hóskandi
Og nú stórar umvælingar skulu gerast á hotellinum kortini, hevur Uni Mortensen so vent sær til Tvøroyrar Kommunu og bjóða teimum tað til eldradepil.
Tekur kommunan av, kann tað innrættast til endamálið, nú tryggingin skal til arbeiðis á hotellinum kortini.
Hann heldur, at hotellið er væl hóskandi til endamálið, tí tað er alt í einari hædd og har eru nogv kømur, matstova og stórur salur til fundir og tiltøk og eisini uttanfyri er gott pláss.
- Nú hotellið skal gerast aftur fyri góðar tvær milliónir, ber tað til at gera tað rættiliga væl hóskandi til at hýsa eldri, tí fyri so nógvar pengar kann nógv gerast
- Eg haldi, at eldraøkið er illani forsømt, staðfestir Uni Mortensen.
Men hann ásannar samstundis, at summir politikarar eru ikki samdir og at tørvurin er nøktaður.
- Tann, sum sigur, at tørvurin á eldraøkinum er nøktaður, letur bæði eygu og oyru aftur, tí vit vita, at tað er ikki so.
Eitt, hann hugsar sær til, at hotellið kann brúkast til, er umlætting til fólk, sum liggja á sjúkrahúsi, og sum eru ov óhjálpin til at verða útskrivað, men sum kortini kunnu klára seg við eitt sindur av hjálp.
Men talan kann eisini verða um eldrabýli og alskyns onnur endamál til frama fyri tey eldru.
Skal vera dýrt
Men hann heldur, at viðhvørt er endamálið við politikki ikki at finna bíligar loysnir.
- Tá ið politikarar fara í holt við nakað á eldraøkinum, skal talan altíð verða um forkromaðar loysnir, sum kosta tað hvíta út úr eygunum.
Hann skilir ikki, hví skattaborgarans pengar skulu oyðslast burtur, tá ið tað kann gerast væl bíligari.
- Eg veit ikki, hví bygging til eldri altíð skal vera so dýr og flott, tí tey eru sanniliga ikki von við luksus.
- Tað átti at verið fremsta uppgávan hjá politikarum at farið so skynsamt um skattaborgarans pengar, sum gjørligt.
Uni Mortensen heldur, at verður ein eldradepil gjørdur í Øravík, hevur tað nógvar stórrakstrarfyrimunir við sær.
Eitt nú ivast hann ikki í, at tað hevði verið nógv bíligari at savna fleiri eldri á einum staði.
- Eg ivist eisini í, hvussu heppið tað er, at øll eru heima, tí mangan føla tey eldru seg tryggari, tá ið tey eru saman við øðrum.
Lunkað
Hinvegin harmast Uni Mortensen um móttøkuna, uppskotið fekk í Tvøroyrar býráði, tá ið málið var til viðgerar hóskvøldið.
Hann heldur, at býráðslimir vóru heldur lunkaðir.
Málið fór í sosialu nevnd til víðari viðgerð og hann hevur ikki stórar vónir um at nakað spyrst burtur úr.
- Tað tykist ikki sum um at Tvøroyrar Kommuna vil nerta eldraøkið og umberingin er tann, at tað er ein landspolitisk uppgáva.
Hann dylir kortini ikki fyri, at hann undrast á raðfestingarnar hjá kommununi.
- Tá ið tað ræður um tey eldru, ber onki til, men tá ið tað ræður um ítrótt ber alt til, heldur hann fyri.
Kanna málið
Sosiala nevnd hjá Tvøroyrar Býráð fer nú at viðgera spurningin um at gera Hotel Øravík til eldradepil.
Tað samstykti býráðið hósdagin.
Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, hevur hoteleigarin hevur skotið upp, at ein eldradepil verður gjørdur á hotellinum.
Malla Dam, forkvinna í sosialu nevnd, sigur, at málið er ikki búgvið at taka støðu til og tískil má tað kannast gjølligari.
Málið er ikki ein kommunal uppgáva og spurningur er, hvussu nógv kommunan skal binda seg fyri í einum málsøki, kommunan ikki umsitur.
Eftursum at hetta ikki er eitt kommunalt mál, er tað tórført at gera nakað við tað.
- Vit halda, at einastu ráðini eru, at nú hotellið skal umvælast, er at gera tað so væl hóskandi til rørsutarnað, sum gjørligt.
- Men vit halda, at hetta er eitt sera áhugvert mál og at húsið liggur væl fyri.
Malla Dam heldur eisini, at tað er ein spurningur um hetta býráðið, sum fer frá um eitt hálvt ár, kann binda eitt komandi býráð fyri eina so stóra uppgávu, sum í veruleikanum er ein landsuppgáva og sum kanska verður lagt undir kommunurnar um hálvtannað ár, gongst sum ætlað hjá landsstýrinum.