Bjóðar Hillary Clinton av

Tað kann væl hugsast, at tvær kvinnur fara at stríðast um at umboða New York í Senatinum.

Enn eru 15 mánaðir til næsta senatsvalið í USA, men í New York byrjaði valstríðið longu í hesari vikuni, tá tann 53 ára gamla Jeanine Pirro kunngjørdi, at hon ætlar sær at royna at gerast valevni hjá republikanarunum. Mál hennara er at taka senatssessin frá einari aðrari kvinnu, Hillary Clinton.
Eygleiðarar í New York siga, at tær eru rættiliga líkar. Báðar eru í fimmtiárunum, báðar eru løgfrøð-ingar, báðar duga at gera vart við seg, og báðar eru líka reystmæltar. Harafturat kemur, at báðar hava havt trupulleikar av, at menninir hava fjeppast uppi í øðrum kvinnum. Ein eyka vansi hjá Jeanine Pirro er, at maður hennara, Albert, hevur sitið ellivu mánaðir í fongsli fyri skattasvik.
Jeanine Pirro hevur harafturat tann veikleika, at hon er ikki so væl kend sum Hillary Clinton. Allir amerikanarar kenna Hillary sum konu fyrrverandi forsetan Bill Clinton og sum senator í New York, og fleiri rokna eisini við, at hon fer at stilla upp til forsetavalið í 2008.
Júst hetta seinasta er ein partur av valstríðnum hjá Jeanine Pirro. Hon vil vera við, at Hillary Clinton brúkar senatssessin sum eitt slag av einari lopfjøl til forsetaembætið.
 New York hevur brúk fyri einum senatori, sum raðfestir New York fremst, og ikki einum, sum roynir at tekkjast fólki í Florida, Iowa, New Hampshire og aðrastaðni, sigur Jeanine Pirro. Hillary Clinton hevur ikki svarað enn.
Jeanine Pirro sigur, at hon tekur undir við skattapolitikkinum hjá Bush, forseta, og at hon styðjar eisini forsetan í bardaganum ímóti yvirgangi. Men tey eru ikki samd um alt, tí Jeanine Pirro er fyri fosturtøku og ímóti deyðarevsing.