Bjóðar føroyskum skúlanæmingi altjóða studentsprógv

United World College Red Cross Nordic at taka eitt altjóða studentsprógv.

United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi, ið á sumri 2019 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving, at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Dale liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

 

 

Hetta skrivar Mentamálaráðið á síni heimasíðu.

 


IB (International Baccalaureate) er ein altjóða studentspróvtøku, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt studentsprógv.

 

 

Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at fremja altjóða sátt og semju í verki, og verður hetta m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 90 ymiskum londum búgva og lesa saman á skúlanum, skrivar mmr.fo millum annað.

 

 

 


Umsóknarblaðið og nærri kunning er at finna á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum www.mmr.fo, www.reydikrossur.fo ella www.norden.fo