Kári Thomsen, arkitektur í Havn, sum eigur smátturnar, sum standa oman fyri Kvívík, hevur tikið til eftirtektar trupulleikarnar hjá teimum, sum einki stað hava at búgva í ? serliga í Havn.
? Um fólk standa á gøtuni, so kunnu tey sleppa at búgva í smáttunum fyribils. Har eru góðar umstøður, allir hentleikur, enn tá vaskimaskina, sigur Kári Thomsen.
Hann sigur, at smátturnar vanliga verða leigaðar fremmandum ferðafólki, men enn er ikki so nógv trýst á.
? Um onkur ynskir at búgva her fyribils, so kunnu vit altíð tosa um tað, sigur hann.
Smátturnar eru ikki stórar, 27 fermetrar, men har er alt, og eitt lítið húski kann saktans klára seg har nakrar dagar, sigur Kári Thomsen.
Hann sigur, at fólk longu hava sett seg í samband við seg ? og at hann fegin hýsir fólki, sum eru í neyð, um enn ikki fyri sama prís, sum ferðafólk gjalda ? men tað kunnu vit altíð tosa um.
Tey, ið hava áhuga, kunnu ringja til Kára Thomsen á telefon 311319