Bjóðar arbeiðsfólki viðgerð fyri pínu

Anita Dam, sum eigur og rekur vælumtókta massagustólin, Dr. Magic, bjóðar nú fólki í vinnuni, sum hava trupulleikar við pínu, ein tilboðsprís fyri viðgerð.  Eg eri til reiðar at koma út á virkini við stólinum, sigur hon

Viðgerð

Hon er ættað úr Leirvík, har hon og maðurin, Poul Súni Dam, búgva.
Fyrr í ár útvegaði hon sær ein massagustól, sum gongur undir heitinum, Dr. Magic.
Anita Dam sigur, at nógvir stólar eru á marknaðinum, men hesin stólurin er tann besti; hann er góðkendur av heilsumyndugleikunum og verður, sum hon tekur til, viðmæltur av eitt nú læknum, fysioterapeutum og ergoterapeutum.
At keypa ein slíkan stól, er ein rímiliga stór íløga, og tí er eisini neyðugt, at ein ávísur umsetningur er.

Ferðast ímillum
Anita arbeiðir bæði í Klaksvík og í Leirvík, og hon ferðast ímillum við stólinum.
Hon arbeiðir í Klaksvík tvær vikur út í eitt, og síðan fer hon um Leirvíksfjørð við stólinum annan hvønn hósdag og yvirum aftur við honum sunnudag  og byrjar aftur í Klaksvík mánadag.
- Men hetta avhongur alt av, hvat er at gera í hvørjum staði.
Anita sigur, at enn hevur hon bara tann eina stólin, men um grundarlag var fyri tveimum, hevði hon eisini umhugsað at keypt sær ein stól aftrat.
Spurd, hvussu langt út á dagin, hon veitir viðgerð, sigur hon, at tað veldst um, hvussu nógv viðskiftafólk hon hevur.
- Mær dámar best at fylla upp frá morgninum av. Eg byrji vanliga í Klaksvík um 10.30 tíðina, og síðan arbeiði eg so leingi, sum viðskiftafólk eru, sigur Anita.

Tilboð til virkir
Ein og hvør er vælkomin at seta seg í stólin hjá Anitu, og millum viðskiftafólkini hjá henni eru eisini skrivstovufólk og arbeiðsfólk á virkjum.
- Nú havi eg eitt tilboð, sum burtur av vendir sær til vinnuna. Vanligur prísur fyri eina viðgerð, sum tekur 15 minuttir, er 80 krónur, men tilboðsprísurin er 60 krónur fyri eina viðgerð. Fólk kunnu eisini gera avtalu um fleiri viðgerðir fyri ein fastan prís, leggur hon aftrat.
Anita sigur, at tað er hennara dreymur at sleppa út á virkini við stólinum, soleiðis at viðskiftafólk sleppa undan at fara av arbeiðsplássinum at fáa viðgerð.
- Hetta hevði spart fólkinum tíð, og hetta hevði eisini verið lættari hjá arbeiðsgevarunum.
Hon sigur, at tað hevði eisini verið ynskiligt, at virkini tóku lut í gjaldinum, soleiðis at arbeiðsfólk og virkir samdust um, hvussu kostnaðurin verður býttur millum partarnar.
- Eg havi fleiri viðskiftafólk, sum starvast í framleiðsluvinnuni, eins og eg havi viðskiftafólk, sum sita á skrivstovum. Hetta eru fólk, sum hava spenningar av ymiskum slagi, og onkur er plágaður av gikt. Viðgerðin fer fram, heilt úr beinunum og upp í høvdið og øll, sum hava verið her, lata væl at viðgerðini og koma aftur.
Anita heldur, at alt eftir, hvussu stórur tørvurin er, mælir hon til, at fólk fáa einar 10 viðgerðir. Tá kanst tú vænta, at úrslitið verður gott.
- Tú kanst saktans sita í stólinum fylgjandi dagar, og til ber eisini at taka tvær viðgerðir ein dag. Við tveimum viðgerðum um dagin kanst tú føla tey eitt sindur eyman í vøddunum, men ikki so, at tað bilar.

Í serflokki
Anita Dam leggur dent á, at stólurin, Mr. Magic, er í serflokki.
- Stólurin hevur ein telduskíggja, sum sýnir, hvussu og hvar vøddaspenningar eru, og í stólinum fært tú nakkamassagu, ryggmassagu, lendamassagu, trýstmassagu til endan og leggir og zoneterapi.
Hon sigur, at hevur tú pínu í rygginum, akslum, høvuðpínu  ella tú bara vilt hjúkla um teg sjálvan, er Mr. Magic avgjørt verdur at royna.
- Øll eru vælkomin, ung sum tilkomin og eldri. Eingin er farin úr aftur stólinum, sum ikki hevur sagt, at tey fingu nakað burtur úr, sigur Anita Dam at enda.