Eiðis kommuna bjóðar nú fólki, at skriva seg upp til grundøki við Múlaklett á Eiði. Talan er um 25 grundøki.
Útstykkingin verður skipað í stigum, har átta grundstykki eru í hvørjum byggistigi. Eftir ætlan skal útstykkingin byrjað í summar og neyvan verður klárt fyrr enn í 2018.
Tað er tó ikki heilt ókeypis ella óbindandi. Áhugað mugu rindað eitt gjald upp á 25.000 krónur fyri at skriva seg upp. Hetta gjaldið fellur síðani inn í endaliga keypið av grundøkinum, tá klárt verður at keypa, boðar kommunan frá.
- Økið talan er um, hevur eitt fantastiskt útsýni, suður gjøgnum Sundalagi, út gjøgnum Mølina, Slættaratind, Gráfelli og annars oman yvir bygd og vøll, sigur kommunan um staðsetingina.










