Bjóðaðu okkum 67 oyru afturat um tíman

? Vit hava ikki verið í verkfalli í meiri enn 14 dagar fyri at fáa 67 oyru afturat um tíman, sigur Hergerð Joensen, næstforkvinna í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Verkfall

? 67 oyru afturat um tíman.
Hergerð Joensen, næstforkvinna í Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag, sigur, at hetta var alt, sum semingsmaðurin hevði at bjóða arbeiðarafeløgunum , nú hann aftur hósdagin royndi at finna semju ímillum arbeiðarafeløgini í verkfalli og arbeiðsgevararnar.
? Vit hava ikki verið í verkfalli í meiri enn 14 dagar fyri at fáa 67 oyru afturat um tíman, so tað var onki at gera, uttan at hava uppskotinum, sigur hon.
Hon sigur, at semingsmneninir løgdu eitt semingsuppskot fyri partarnar klokkan gott eitt fríggjanáttina.
? Eftir uppskotinum skuldu vit fáa 2,75 krónur afturat um tíman í lønarhækking um árið, ella 5,50 krónur afturat um tíman tilsamans í einum tvey ára sáttmálaskeiði.
Tað skilst á Hergerð Joensen, at arbeiðarafeløgini vóru ikki sørt skelkað av hesum uppskotinum, tí tað er minni enn semingsuppskotið, sum tey vrakaðu fyri meiri enn 14 døgum síðani.
Tað gav arbeiðarafeløgunum 3,20 krónur afturat um tíman um árið, ella tilsamans 6,40 krónur aftutat um tíman í einum tvey ára sáttmálaskeiði.
Men hon skoytir uppí, at afturat teimum 2,75 krónum afurat, bjóðaði semingsmaðurin teimum 1% í eftirløn um árið hesuferð.
? Umroknað til pening, gevur hetta 92 oyru um tíman. Táið alt er talt við, var hetta seinasta semingsuppskotið sostatt 67 oyru betri um tíman hvørt árið.
Næstforkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag sigur, at hetta var so lítið, at tað var onki at gera, uttan at vraka tað.
Sostatt fóru partarnir hvør til sítt klokkan trý fríggjanáttina og verkfallið heldur fram.

Álitið á semingsmenninar ikki styrknað
Hergerð Joensen sigur, at samráðingarnar hósdagin styrktu avgjørt ikki um álitið á semingsmenninar.
Tey hava fyrr ført fram, at semingsmenninar renna ørindi fyri arbeiðsgevaran og tað halda tey fast við, eftir semingsroyndina hósdagin.
?Tað er illgrunasamt, at semingsmaðurin heilar tvær ferðir leggur eitt semingsuppskot fram, sum liggur so nær tilboðnum hjá arbeiðsgevarunum, at teir góðtaka tað báðu ferðina.
Hon spyr, hvussu tað ber til, at semingsmenninir ikki leggja sama trýst á arbeiðsgevararnir, sum teir alla tíðina leggja á arbeiðarafeløgini.
? Tá ið hann soleiðis alla tíðina hugsar um, hvat arbeiðsgevararnir siga, verður ongin verulig seming, sigur Hergerð Joensen.