Bjóða til ovastevnu

Tað verður Marin Kathrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, sum fer at seta ovastevnuna í ár. Aftaná fer hon at handa steyp til vinnararnar í svimjikappingini um Nólsoyarfjørð

OVASTEVNA

Í vikuskiftinum bjóða nólsoyingar til enn eina ovastevnu, sum stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy stendur aftanfyri.
Tá veðrið er til vildar, plagar ovastevna at savna nøkur túsund fólk úti í Nólsoya sum soleiðis halda stevnu saman við bygdarfólkinum.

Skolaði burtur...
Veðrið hevur sjálvsagt ein avgerandi týdning fyri, hvussu slíkar stevnur eydnast. Fleiri av árunum, síðan nólsoyingar fóru í holt við at skipa fyri ovastevnu, hevur veðrið hepnast væl. Onnur ár minni væl.
Í fjør miseydnaðist veðrið púrasta á sjálvum stevnudegnum við nógvum regni og væl av vindi, og starvsfelagi og heimildarmaður okkara í bygdini, nólsoyingurin Leo Poulsen, tók stutt saman um og segði, at ”Ovastevnan skolaði burtur...”
Nú skulu vit bara vóna, at veðurgudarnir verða blíðari hesaferð, so allar tær fyrireikingar, sum gjørdar verða til eina slíka bygdastevnu, koma til sín rætt.

Marin setir
Ovastevna verður í ár sett av Marini Kathrinu Frýdal, býráðslimi í Tórshavnar kommunu, sum Nólsoy gjørdist partur av hin 1. januar í 2005.
Stevnan verður sett Undir Mikkjalsveggi leygardagin klokkan
14. Tað verður eisini býráðslimurin, sum fer at handa steyp til vinnararnar av svimjikappingini, bæði kappingini, sum verður um at svimja úr Havn og um Nólsoyarfjørð – og tí minni kappingini, sum í ár verður á einum 1000 metra teini á Nolsoyarvík.
Svimjarar, sum luttaka í stóru og afturvendandi svimjikappingini um Nólsoyarfjørð, leypa á bláman í Havn klokkan 8.30 leygarmorgunin – og eitt sindur seinni leypa tey á bláman, sum ætla sær at svimja teir 1000 metrarnar á Nólsoyarvík.
Á ovastevnu verður eisini skipað fyri rennikappingum fyri vaksin og børn. Hesar kappingar, sum eru lutfalsliga nýggjar í skránni fyri ovastevnu, verða fríggjadagin. Vaksin fara at renna av Træbrúnni, niðan á Oyggjarmúla og omanaftur – og børn fara at renna av Træbrúnni, runt um flakavirkið og heimaftur á Træbrúnna.

Jens Marni spælir
Dansurin á ovastevnu leygarkvøldið plagar at savna rættiliga nógv fólk, og okkurt árið man talið av vitjandi í dansinum hava táttað upp ímóti teimum 1000.
Í ár verður tað føroyski contrykongurin, Jens Marni Hansen, sum fer at spæla til dansin, sum verður í stóra tjaldinum úti Undir Klivum.
Um skránna, sum er prentað í blaðnum í dag, kann í stuttum sigast, at bæði leygardagurin og sunnudagurin verða familjuvinarligir dagar við nógvum ymiskum tiltøkum, har børn og vaksin kunnu luttaka, eitt nú við tivoli, matsølu og øðrum, har høvi er hjá bæði børnum og vaksnum at hugna sær saman.