Bjóða til bátahugna í Hvalvík

Maritimu umstøðurnar í Hvalvík eru góðar, og bátahugnin er eitt tiltak, sum savnar nógvar bátar og bátafólk.

Bátahugnin í Hvalvík, sum hevur verið eitt vælumtókt og afturvendandi tiltak seinnu árini, verður í ár leygardagin 27. mai. Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað til Hvalvíkar, har Sundalags Bátafelag skipar fyri ymiskum tiltøkum við bátahylin.

 

Maritimu umstøðurnar í Hvalvík eru góðar, og her er nógv gjørt fyri at gera umstøðurnar hjá frítíðarsiglarum og bátaeigarum annars so góðar sum gjørligt. Úr Hvalvík verður sagt, at í ár eins og í fjør verða bátarnir, sum tilmelda seg til bátahugnan, lagdir í nummarrøð, og tí kann tað hava týdning at melda seg til í góðari tíð.

 

Tað er Sundalags Bátafelag, sum skipar fyri bátahugnanum í Hvalvík, og hetta tiltak hevur heilt síðan byrjan havt stóran áhuga millum frítíðarsiglarar. Leygardagin var bátafestivalur á Toftum, og annan leygardag verður bátastevna í Vestmanna.