Bjóða teim lesandi á KFS-legu

Kvívík: Vikuskiftið 22. til 23. februar bjóðar Kristiligt Felag fyri Skúlaungdóm og Studentar til legu fyri næmingar í miðnámsskúlunum í Kvívík.

Á leguni verða tríggir áhugaverdir fyrilestrar, har samkomuleiðarin Jógvan Zachariasen tosar um trúarverju, biskupurin Jógvan Fríðriksson um sálarrøkt og Føroya Tele-stjórin Kristian R. Davidsen um yrkisleið. Samskipari í KFS er Heini S. Kristiansen.