Í 1991 fekk andstøðuleiðarin í Burma, Aung San Suu Kyi, friðarheiðursløn Nobels, men hon tordi ikki til Noregs eftir heiðurslønini, tí hon var bangin fyri, at so slapp hon ikki heimaftur. Í staðin vóru maður hennara og teir báðir synirnir eftir heiðurslønini.
Nú hernaðarstýrið í Rangonn hevur latið Aung San Suu Kyi leysa, hevur norska Nobel-nevndin gjørt av at bjóða henni til Oslo at halda Nobel-røðuna, sum vinnarnir plagar at halda.
Tað sigur formaðurin í nevndini, Thorbjørn Jagland. Hann sigur við norskar fjølmiðlar, at nevndin fer at royna at fáa Suu Kyi til Noregs sum skjótast. Men fyrst vil hann hava trygd fyri, at hon sleppur heimaftur.
Thorbjørn Jagland sigur, at avgerðin hjá burmesisku myndugleikunum at lata Aung San Suu Kyi leysa eigur at stimbra aðrar politiskar fangar kring heimin, eitt nú ársins friðarheiðurslønarvinnara, kinverjan Liu Xiaobo.










