Seinnapartin í dag vórðu tilboðini upp á at gera nyggjan Hvalbiartunnil, latin upp. Trý feløg vóru góðkend at bjóða, og lægsta tilboðið eigur Articon & LNS, sum vilja gera nýggju tunnilin stívar 236 milliónir. Hægra tilboðið eigur J&K Petersen, ið bjóðar seg fram at gera verkætlanina fyri slakar 318 milliónur krónur. Triðja felagið, NCC, hevur ikki bjóðað upp á arbeiðið.
Landsverk sum byggiharri og LBF sum ráðgevi fara nú undir at kanna tilboðini, og síðani taka støðu til tey. Kostnaðarmetingin upp á hetta arbeiðið var annars 242 milliónir, og tilsamans er mett, at øll verkætlanin fer at kosta 272 milliónir.
Landsverk sigur, at nú skulu tilboðini kannast, og samráðast skal við arbeiðstakaran um, nær arbeiðið skal byrjað. Á Fíggjarlógini í ár eru 49 milliónir settar av til endamálið, og mett verður, at sjøtul verður settur á mitt í summar, ella seint í summar, fyri ikki at noyðast at gevast ímóti ársenda tí, at játtanin er uppi.
Tá ið fíggjarlógin varð samtykt, søgdu politikarar annars, at tað skuldi setast full ferð á arbeiðið, so at tunnilin er boraður ígjøgnum upp á eitt ár, tí tá skal beinanvegin farast undir tunlarnar Norður um Fjall.









