Í samband við, at Sørvágs kommuna fer undir útbygging av barnaansingini í Sørvági, verður nýggj vøggustova nú boðin út í almennari lisitatión, og her er talan um høvuðsarbeiðstøku.
Á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu vísa tey í dag á, at úttbjóðingartilfar fæst við at venda sær til Westtech Sp/f á telduposti wt(at)wt.fo.
Tilboð í afturlatnum brævbjálva merktur "Vøggustova" skulu verða skrivstovuni hjá Sørvágs kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. apríl klokkan 13. Sama dag klokkan 13.05 verður lisitatión, har tey bjóðandi kunnu verða hjástødd.
- Vit tilskilja okkum rætt til at velja millum innkomin tilboð ella ongum at taka av, leggja tey í Sørvágs kommunu aftrat.