Tórshavnar kommuna, Altjóða Skrivstovan, Vinnuhúsið og MFS eru nú farin undir at fyrireika karmarnar til Jobmatch2012. Eisini í ár verður starvsstevnan hildin í Føroyum millum jóla og nýggjárs.
Í fjør var áhugin at vitja á Jobmatch stórur. Nógv fólk høvdu leita sær oman í hugnaligu hølini hjá Østrøm fyri at fregnast um, hvat tað føroyska vinnulívið og tað almenna høvdu at bjóða. Tey vitjandi komu úr øllum heraðshornum fyri at kunna seg um júst teirra møguleikar hjá teim ymisku fyritøkunum og stovnunum, sum høvdu gjørt seg til at møta teim ungu. Umframt úr Føroyum vóru ung búsitandi í Danmark, Norra, Bretlandi, Fraklandi, Belgia, Póllandi, USA og sjálvt úr Kina og vitjaðu á Jobmatch.










