Bjóða nú nólsoyingum betri samband

Tað kann kortini ikki vera ein part á samdøgrinum

Strandferðslan bjóðar nú Nólsoyingum betri ferðasamband við Havnina. Tað merkir, at tá ið tørvur er á tí, fer Ternan at sigla eykatúrar.

Ternan hevur loyvi til at føra 95 fólk, men verður ein maður settur umborð afturat, kann ferðafólkatalið økjast upp í 294 fólk um summarið.

Tað plagar Strandferðslan at gera, men fyri at ferðafólk kunnu halda korona-tilmælið um frástøðu, er tað ikki gjørt í ár.

Hinvegin eru ferðafólkini nógv í tali og tað merkir, at tað kemur mangan fyri, at nólsoyingar ikki sleppa við ávísar túrar, tá ið nógv fólk ferðast.

https://www.in.fo/news-detail/news/batar-eru-a-veg-men-vit-faa-ikki-gjoert-so-nogv/?no_cache=1Bæði Nólsoyingar, og borgarstjórin í Havn, hava verið ógvuliga misnøgd við støðuna. Tað kanst tú lesa meiri um HER

– Fyri at tryggja eina nøktandi flutningsskyldu hevur Strandferðslan og yvirmenninir á Ternunir,  kanna møguleikarnar fyri at sigla eykatúrar, og í hesum sambandi er er avgjørt, at útseta ávíst viðlíkahaldsarbeiðið, sum tey annars plagdu at gera ímillum túrarnar.

Sostatt ber til at sigla eykatúrar, tá ið brúk er fyri tí. Men manniningin hevur eisini reglur um hvílitíðir at halda seg til. Og Strandferðslan leggur dent á, at  eykatúrar verða bara sigldir ta tíðina á samdøgrinum, sum tann vanliga ferðaætlanin er galdandi. Tað merkir, at ongin eykatúrur er seint á kvøldið, og um náttina, frá klokkan 22.25 á kvøldið og klokkan 06.45. um morgunin.

Metir heilsufakligi myndugleikin, at tað er ráðiligt at økja ferðafólkatalið úr 95, upp í 294, verður tað gjørt í stundini, sigur Strandferðslan.