Bjóða næmingum úr øllum Føroyum til ein serligan 10. flokk í Vági

Vágbingar bjóða nú næmingum úr øllum landinum til Vágs í 10. flokk við fótbólti sum høvuðsbreyt

Vágbingar bjóða nú næmingum úr øllum landinum til Vágs at ganga í 10. flokk við eini serligari fótbóltsbreyt.

Tað er Vágs Skúli í samstarvi við Fótbóltsakademi Føroya, sum nú bjóðar næmingum, sum fara í 10. flokk eftir summerfríina, hendan møguleikan at fara í 10. flokk í Vági við fótbólti sum høvuðsbreyt.

Tey siga í skrivi í dag, at hetta merkir, at næsta ár fer Vágs Skúli at hava tveir 10. flokkar, ein vanligan 10. flokk og ein 10. flokk við fótbólti sum høvuðsbreyt.

Næmingarnir á fótbóltsbreytini fara at venja fótbólt fleiri ferðir um vikuna um dagin, umframt at teir kunnu venja við FC Suðuroy seinnapartarnar og um kvøldið. Venjarar eru Jón Pauli Olsen og Sigfríður Clementsen, og umstøðurnar eru tær bestu í landinum, tí vant verður í Marghøllini, á ítróttarøkinum á Eiðinum og í Páls Høll.

Næmingar, sum koma til Vágs at ganga í 10. flokk, kunnu antin búgva hjá familju, hjá vertsfamilju, ella í smáttunum, har næmingar á Ítróttaháskúlanum eisini hava bústað.

Í føroyska fólkaskúlanum er 10. Flokkur ókeypis og tað verður 10. flokkur í Vági esini.

Men næmingar, sum ikki búgva hjá familju, koma kortini at rinda fyri bústað og mat, siga Vágs Skúli og Fótbóltsakademi Føroya.