Eiðis kommuna bjóðar nú økið á gamla kampingøkinum vestan fyri Frælsið út til íbúðarbygging.
- Tað stendur teimum bjóðandi opið, hvussu byggingin sær út, og hvat slagið av íbúðum verður.
Í Eiðis kommunu siga tey, at talan í minsta lagi skal vera um fimm íbúðir, og kommunan sær helst, at talan verður um fjølbroyttar bústaðarmøguleikar.
Tað er eisini eitt ynski hjá kommununi, at talan verður um bygging, sum fellur væl inn í vakra landslagið, sum er í økinum.
Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu sæst tilfar í samband við hesa útbjóðing, og her kunnu eitt nú heintast tilboðsoyðublað og útbjóðingartilfar.
- Freistin at lata boð inn er hósdagin hin 25. juni 2020 klokkan 12, vita tey í Eiðis kommunu at siga í dag.











