Aftur í ár fer Havnar Svimjifelag at skipa fyri svimjing á Havnarvág, framvið Molanum.
Teinurin er 400 metrar. Starturin er ytst á Molanum og málið er inni í krókinum og ætlanin er at fáa so nógv fólk við sum tilber.
Tey í Havnar Svimjifelag siga, at hetta er ein fínur teinur fyri óroyndar svimjarar og einasta treyt er, at tey, sum eru við, duga at svimja og fáa fatur á eini drakt. Men tað er neyðugt at melda til frammanundan.
Svimjingin verður skipað í seks bólkar:
– Kvinnur, opin bólkur
– Kvinnur Masters, tað eru kvinnur, sum eru 25 ár og eldri
– Kvinnur Masters, tað eru kvinnur, sum eru 50 ár og eldri
– Menn, opin bólkur
– Menn Masters, tað eru menn sum eru 25 ár og eldri
– Menn Masters, tað eru menn sum eru 50 ár og eldri
Hóast svimjingin verður bólkað sum kapping, er dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga, og dáma, at svimja, siga tey í svimjifelagnum. Tey, sum vilja svimja kapp, kunnu tað, men fremsta endamálið er at fáa fólk út í, at at koma á mál og at hava tað stuttligt.
Hinvegin vísa tey eisini á, at tað eru viðurskiftir á sjónum, tey ikki hava ávirkan á, eitt nú um bátar sigla skjótari enn loyvt er og sostatt gera stóra aldu
Tí er neyðugt at hvør einstakur svimjari tryggjar sær at hann er so mikið væl frá molanum, at hann ikki verður slongdur í hann av eini aldu. Men annars eru lækni, sjúkrarøktarfrøðingar og hjálparfólk bæði á landi og í bátum, samstundis sum at bátar vera til staðar at halda óviðkomandi bátum burtur.