Bjóða øllum at stilla upp til fólkatingsval

Tjóðveldi hevur gjørt av at hava ein opnan lista til fólkatingsvalið, so at tey lokalu limafeløgini kunnu stilla so nógv valevni upp, sum tey hava hug til. Og tey fyrstu nøvnini eru longu klár

Tjóðveldið hevur longu latið startskotið av til valstríðið í sambandi við fólkatingsvalið.

Á eykaflokstingið í gjár varð avgjørt, at flokkurin skuldi hava ein opnan lista til valið. Tað merkir, at tjóðveldisfeløgini runt um í landinum, kunnu stilla so nógv valevni upp, sum tey vilja.

Tað ber til, tí til fólkatingsval er tað óavmarkað, hvussu nógv kunnu stilla upp, men hvørt valevni skal hava ein stillara.

Og tey fyrstu nøvnini eru longu komin á ein lista, men flokkurin ger vart við, at talan er um ein fyribils lista og at tann endaligi listin verður klárur seinni í vikuni.

Tey, sum fyribils eru í umbúna at stilla upp til fólkatingsval fyri Tjóðveldi, eru Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Heini O. Heinesen, Heidi Petersen, Hergeir Nielsen, Bjørt Samuelsen, Sjúrður Skaale, Tórbjørn Jacobsen, Jórun Høgnesen, Petur í Gong, Róaldur Jákupsson, Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Jákup Petersen, Óluva Klettskarð, Niklái Petersen, Olga Biskopstø og Sólfríð Flallsbak.

Sostatt eru níggju mannfólk og átta konufólk á fyribils listanum hjá Tjóðveldinum til fólkatingsvalið.

Einastu løgtingslimir, sum vóru á listanum, eru Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu. Men síðani hevur Páll á Reynatúgvu umhugsa støðuna og hevur eisini gjørt av at stilla upp til fólkatingsvalið. 

Ætlanin er at hava endaliga listan kláran ein av allarfyrstu døgunum