Bjóða íløgur í týsk partabrøv

Á kunnandi fundi á Hotel Hafnia í gjárkvøldið greiddu umboð fyri Skjern Bank og RHAM Value Partner frá møguleikunum, at gera lønandi íløgur í týsk partabrøv Skjern Bank hevur seinastu tíðina havt lýsingar í bløðunum, har tey bjóða fólki lán til at gera íløgur fyri. Og í gjárkvøldið var so høvi hjá fólki at fáa nærri at vita um teir láns- og íløgumøguleikar, sum stóðu teimum í boði.

Eini 35 fólk høvdu leitað sær oman á Hotel Hafnia at lýða á, hvat tey bæði umboðini, Søren Hvidberg frá Skjern Bank, og Karsten Løngaard frá RHAM Value Partner, høvdu at siga um nevndu møguleikar.

Gunnar Streymoy er umboðsmaður hjá Skjern Bank í Føroyum, og hann beyð fyrst vælkomin og greiddi heilt stutt frá arbeiðsgevara sínum. Síðani greiddi Søren Hvidberg, íløgustjóri fyri sama banka, eitt sindur frá møguleikunum hjá fólki at taka lán í bankanum.

Hann segði, at tað var í veruleikanum av tilvild, at Føroyar komu upp á tal sum kundamarknaður hjá Skjern Bank. Heilt av tilvild fingu teir nakrar føroyskar kundar fyri áleið einum ári síðani, og hesir vístu á, at tað var ein ávísur marknaður fyri lánsveitarum til íløgur í Føroyum.

Síðani hevur bankin arbeitt við møguleikanum at bjóða seg fram á føroyska marknaðinum, og eftir at Gunnar Streymoy varð settur í starv sum umboðsmaður í Føroyum, hava ætlanirnar rættiliga tikið skap.

- Tað man vera tveir mánaðir síðani, at ætlanirnar um eina vitjan í Føroyum lógu klárar. Sjálvsagt vitsu vit, at tað var í umbúna, at føroysku bankarnir skuldu børsskrásetast, men tá vit byrjaðu at leggja ætlanina, vistu vit ikki nær. Tí var tað rættiliga av tilvild, at vit raktu so heppið, sum vit gjørdu, segði Søren Hvidberg.