Bjóða Kráarbrekku út

Arbeiðið at gera eldraíbúðir undir Kráarbrekku í Klaksvík er nú boðið út

 

Klaksvík: Sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku hevur nú boðið arbeiðið at gera eldraíbúðir út alment.

Arbeiðið er boðið út í sjey pørtuma ? Jørð, kloakk- og betongarbeiði, Timbur- og snikkaraarbeiði, múraraarbeiði, málaraarbeiði, gólvarbeiði, HVS-arbeiði og el-arbeiði.

Útbjóðingartilfarið fekst frá Fuglø Arkitektum til í gjár. Lisitatiónin verður hildin mánadagin 2. apríl. Tá verða boðini latin upp, og tey, sum hava bjóðað, kunnu verða hjástødd.

Leiðslu og eftirlit av arbeiðnum hava Fuglø Arkitektar, Sámal Johannesen, Sofus M. Jakobsen og Oddbjørn Vágslíð.