Tey bæði Jane Dodds og John Gibson ferðast í hesum døgum kring landið og vitja stóru framhaldsskúlarnar saman við Katrini Einarsson.
Endamálið er at greiða frá um skúlan, tey koma frá í Blackpool í Onglandi, tí tey vilja fegin hava fleiri føroyingar at ganga á skúlanum.
- Hetta er ein lista- og leiklistaskúli við tónleiki leiklist og aðrari list. Blackpool er ein býur við einari ørgrynnu av fólkasløgum, og vit hava havt sera sóðar royndir við føroyingum, sigur Jane Dodds.
Katrin Einarsson kom mestsum av tilvild fram á skúlan.
- Eg leitaði á netinum og eg søkti fleiri skúlar, men ikki fyrr enn eg kom í samband við Blackpool and The Fylde College bar til, sigur Kartin Einarsson.
Hon gongur á linjuni teknari, har tey eisini hava 3D og animatión.
- Okkara skúli er lutfalsliga lítil og traditionellur, og harvið er mest sum talan um familiert umhvørvi, og tá vit nú eru í Føroyum, so er tað fyri at lána næmingar, ikki taka teir, sigur Jane Dodds.
Nú Katrin Einarsson er á ferð í Føroyum, er tað sum triðja árs næmingur og tað merkir, at hon verður liðug við útbúgvingina komandi summar. Men hon hevði bara verið í Onglandi eitt ár, tá bróður hennara kom henni á baki.
- Rói helt, at tað ljóðaði so áhugavert, tað, eg segði frá um skúlan, at hann nú gongur á øðrum ári í Blackpool, sigur Katrin Einarsson.
Persónligar dygdir
Eitt annað gott við skúlanum er, at hann er góðkendur av SU, so tey lesandi fáa stuðul.
- Skúlin undirvísir eisini í grafiskum design, tónleiki og leikbúnum, og pláss er fyri 600 næmingum. Oyggjafólk hava ein heilt annan hugburð og ein heilt annan verumáta, tey hava ikki tann skund, sum vit býarfólk hava, sigur Jane Dodds.
Skúlin er sera áhugaður í at fáa næmingar uttanífrá, og brúkar tí fegin pengar til slíkar sjarmuherferðir, sum tey trý eru á í løtuni.
- Vit eru ein lítil skúli, og vit hyggja ikki bara eftir ávísum dygdum, men at øllum persóninum. Tú kanst hava persónligar dygdir, sum telja meira enn reint bókligar dygdir, sigur Jane Dodds.
Stóru skúlarnir tíma ikki at fáast við at umseta karakterirnar.
- Hjá okkum kann ikki alt mátast í karakterum. Tað persónliga hevur stóran týdning, og vit taka við í metingina, talan ikki er um innføddar bretar. Fyri okkum hevur umhvørvið stóran týdning, sigur Jane Dodds.
Hon sigur, at Blackpool er ein sera lívligur býur hjá lesandi at búgva í.
- Býurin liggur út við sjógvin, og tað verður gjørt sera nógv fyri ferðavinnuna í býnum, sigur Jane Dodds.
Vællýddir føroyingar
Skúlin er til reiðar at strekkja seg langt, tá tað ræður um at rekrutera næmingar uttanlands frá.
- Vit hava júst sett upp eina skype-skipan, so til ber at samskifta við næmingarnar umvegis skype, sigur Jane Dodds.
Ætlanin við hesum er, at næmingarnir skulu sleppa undan at ferðast allan vegin til Blackpool bert fyri at gera eina samrøðu.
- Vit síggja avgjørt við positivum eygum at umsøkjarum úr Føroyum, tí royndirnar eru so góðar við teimum báðum næmingunum, vit nú hava, sigur Jane Dodds og sipar til systkinini Katrin og Rói Einarsson.
Umframt at vitja á skúlunum kring landið, skipar skúlin fyri einum almennum fundi í Miðlahúsinum hóskvøldið, har øll áhugað eru vælkomin at læra meira um Blackpool and The Fylde College.
Mánadagin varð vitjað á Studentaskúlanum í Hoydølum, týsdagin gekk leiðin til Klaksvíkar til tekniska skúla og síðani til Kambsdal. Í morgun hava tey vitjað á Nám X, áðrenn leiðin gekk til Suðuroyar og Skúladepilin har. Og í morgin er tað tekniski skúli í Havn og Føroya Handilsskúli.
Fundurin í Miðlahúsinum í annaðkvøld byrjar klokkan 19.30.