Bjóða føroyingum læknar fyri hálva løn

LÆKNALØNIR Ein donsk vikarstova hevur bjóðað sær til at útvega okkum læknar til tey smáu sjúktrahúsini fyri helvtina av lønini, læknarnir fáa í dag

Ein donsk vikarstova hevur bjóðað føroyska heilsuverkinum læknar fyri nógv minni løn, enn teir føroysku læknarnir fáa.
Tað staðfstir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann vísir á, at næsta ár skal Suðuroyar Sjúkrahús spara næstan eina millión og kannað verður nú eftir, hvussu tað kann lata seg gera.
Ein máti at spara, ikki bara í Suðuroy, men eisini í Klaksvík, er at fáa læknalønirnar niður.
Sum støðan er nú, fáa læknar av Landssjúkrahúsinum, sum fara til Suðuroyar Sjúkrahús og á Klaksvíkar Sjúkrahús at arbeiða, eina vikuløn upp á 70.000-80.000 krónur og tað er fallið mongum fyri bróstið.

Kosta bara helvtina
Sjálvir siga læknarnir, at lønin er so høg, tí tá ið teir eru á teimum smáu sjúkrahúsunum, eru teir á vakt 24 tímar um samdøgurið í eina heila viku.
Men nú sigur Karsten Hansen, at í royndunum at finna sparingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, verður kannað eftir um tað ikki ber til at fáa útreiðslurnar til læknalønirnar niður.
- Í hesum sambandi hevur ein donsk vikarstova bjóðað sær til at útvega okkum læknar, sum kosta helvtina av tí í løn, sum teir føroysku læknarnir fáa, sigur hann.
Hann sigur, at nú fer Heilsumálaráðið at kanna um tað ber til at seta hesa skipanin við at fáa læknar frá donsku vikarstovuni, í verk fyri Suðuroyar Sjúkrahús og fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Forkromað skipan
Hann staðfestir, at samfelagið hevur ikki ráð til at at hava forkromaðar skipanir, sum vit nú hava við læknunum á sjúkrahúsunum í Klaksvík og í Suðuroy.
Eydnast tað, fara sparingarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki at fáa avleiðingar fyri sjúklingarnar.
Men í øllum førum staðfestir hann, at hann fer at tryggja, at virksemið á Suðuroyar Sjúkrahúsi fer at halda fram so trygt og væl, sum gjørligt.
Aksel V. Johannesen helt, at hetta er at spara í óðum verkum.
- Fyrst verður sparingin sett í verk, so verður leitað eftir loysnunum, sigur hann og leggur afturat, at mannagongdin átti at verið tann øvugta.
Karsten Hansen sigur, at hann fer eisini at kanna um útreiðslurnar til heilsuverkið í Suðuroy kann verða bíligari.
Karsten Hansen sigur, at tað verður neyðugt at fáa meiri fyri pengarnar og læknalønirnar eru ein týðandi partur av tí og tað ber ikki til at skipa alt samfelagið eftir einstaklingum.
- Hinvegin havi eg avgjørt fatan av, at allir partar eru sinnaðir til at vera við í tí verkætlanini, leggur landsstýrismaðurin afturat.
LES EISINI GREININA: Djúpt óetiskt at fáa 80.000 kr. í vikuløn