Talan er um ein stóran barnagarð við 1800 fermetrum, har pláss verður fyri omanfyri 140 børnum á 10 stovum. Hesin verður sostatt tann størsti av sínum slagi í landinum.
Farið verður nú undir at fyrireika útgrevsturin, samstundis sum jørð- og betongarbeiðið verður prosjekterað, soleiðis at tað kann bjóðast út í vár.
Arkitekturin, Jákup á stongum frá West-Tec hevur gjørt tekningarnar til nýggja barnagarðin.