Bátastevna verður aftur í Vestmanna leygardagin hin 19. mai. Tað sigur Vestmanna Ítróttarfelag í tíðindaskrivi, sum felagið hevur sent okkum í dag.
Tað var fyri 10 árum síðan, at vestmenningar skipaðu fyri síni fyrstu bátastevnu. Hetta var í mai mánað í 2002.
- Í ár verður stevnan so hildin leygardagin hin 19. mai. Kristi himmalferðadagur er hósdagin 17. mai.
Vestmanna Ítrótttarfelag sigur, at bátar og húsvognar kunnu koma á plássini longu mikudagin hin 16. mai.
- Langteinakappróður, ið fyrstu ferð varð royndur í fjør, verður kristi himmalferðardag. Kunning um bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum, verður lagt út á heimasíðuni www.vif.fo
Skipað verður fyri nógvum tiltøkum á keiøkinum og í ítróttarhøllini fyri bæði børnum og vaksnum.